menu

Skóhornið lat á fyrsta sinni upp 15. novembur 2005 í Bøgøtu 4, Tórshavn. Í 2012 fluttu vit í eitt størri høli í Bøgøtu 6, sum er beint við síðnar av tí gamla. Handilin liggur væl fyri mitt í býnum beint við Skálatrøð, har góðar umstøður eru fyri parkering.

Konseptið

Tá vit byrjaðu høvdu vit sett okkum fyri at gera nakað nýtt og slóðbrótandi innan skósølu í Føroyum. Vit vildu ganga nýggjar leiðir og ikki bert keypa vøru úr Danmark, men eisini aðrastaðni frá í Europa. Hetta fyri at fáa vøruna til ein lægri prís og fyri at koma inn á ein størri og áhugaverdari mótamarkna. Vit vildu røkka longur út, heldur enn at leypa yvir, har garðurin er lægstur.
Fyri okkum hevur móti og góðska alt at siga. Úrvalið í handlinum er inspirerað av mótarákinum úr London, Milano og París, sum er førandi innan mótaheimin. Vit fáa vøru úr Italia og øðrum londum, alt eftir hvat mótarákið er.